Frískt til dyrnar hvønn týsdag

Leypurin er skipan, har tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar.
Vøran kemur til landið mánadag. Vit pakka leyparnar týsmorgun og seinnapartin verða teir koyrdir til tínar dyr.

Kostnaður frá kr. 100 til kr. 390 fyri Leypin.
Útkoyring kr. 70.
Depositum fyri Leypin er 150 kr. (Er bert galdandi fyrstu ferð, tú meldar teg til skipanina, tvs. at upphæddin verður bert trekt einaferð. Depositum verður afturgoldið, tá tú hevur steðgað skipanini og latið okkum Leypin aftur.)
Skipanin er galdandi fyri alt Føroyar.

Frukt og grønt til fyritøkuna?
Fá frískar vørur til tíni starvsfólk koyrt til dyrnar eftir serligari avtalu.
Vit senda rokning, sum verður rinda við bankaflyting.

Skriva til umsiting@leypurin.fo

Bílegg ella broyt leypin
– skjótt og lætt

Vit vita, at lívið stendur ikki í stað og tørvurin skjótt kann broytast.
Tí hava vit gjørt tað lætt at broyta tína bílegging beinleiðis frá heimasíðuni uttan hóvasták.

- Set Leypin á pausu – skal tú til dømis út at ferðast

RITA INN HER
Rita inn og dagfør – so orðna vit rest!