Fríska frukt og grønt til dyrnar - hvønn týsdag
Leypurin er skipan, her tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar.
Vøran kemur til landið mánadag. Vit pakka leyparnar týsmorgun, og týsdag seinnapart verða teir koyrdir til tínar dyr.

Kostnaður og pant
Leyparnir eru ymiskir í stødd og innihaldi, ein leypur kostar úr 100 krónum upp í 250 krónur.
Eisini er 150 krónur í panti fyri leypin.

Útkoyring ella avheinting
Útkoyringin kostar 25 krónur hvørja ferð.
Tú kanst eisini koma eftir leypinum í Miklagarði ókeypis.
Fyribils verður Leypurin bara koyrdur út til fólk í Havn, Hoyvík og á Argjum.

Vinnuhald
Til ber at fáa frískar vørur til dyrnar eftir serligari vinnuavtalu.
Við at seta flugubein í “Fyritøka” fært tú møguleikan at gjalda við gjaldskortið ella faktura/bankaflyting.

Hevur tú spurningar ella onnur ynski vinarliga skriva ella ring til umsiting@leypurin.fo á tlf.: 341950.

Viðmæling til stovnar og fyritøkur
Stórur grønur kassi við frukt hóskar væl til stovnar og fyritøkur.
Kostnaður 250 kr. íroknað útkoyring og mvg.

 

Broytingar ella pausa
Tilber ómakaleyst at broyta títt hald ella seta leypin á pausu í eina tíð.
Gev gætur: Tað tekur 14 dagar áðrenn haldi verður broytt ella sett á pausu.