Appilsinsalat við granatepli

Vika 13

At nýta
1 hjarta salat
2 appilsinir
1/2 granatepli
20 mandlir
Basilikumbløð

Dressingur
Saft frá granateplinum
Saft frá 1/2 appilsin
1-2 spsk olivinolju
Salt

Soleiðis ger tú:
Flys appilsinirnar, og sker tær í tunnar skivar. Sker salatina, og legg hana á eitt fat. Legg appilsinskivurnar omaná. Banka granateplið við eini skeið, soleiðis at kjarnurnar loysna eitt sindur. Sker granateplið í helvt, og tak kjarnurnar úr. Ansa eftir, at tær hvítu hindurnar ikki koma við . Hakka mandlurnar groft. Stroy kjarnurnar og mandlurnar omaná appilsinirnar, og legg basilikumbløð omaná.

Blanda dressingin, smakka hann til og stoyt hann yvir salatina