Bakað súrepli við kryddaðari fyllu

Vika 16

At brúka:

6 súrepli
6 spsk av kokusolju
1 spsk av agavesirop
1 dl mandlir
½ dl rosinir
¼ tsk av kardemummum
1 tsk av kaneli
½ tsk av nelikum
rivið skal frá 2 sitrónum
sjokolátu

Soleiðis ger tú:

Tak kjarnurnar úr súreplinum frá toppinum av, men ikki skera hol allan vegin ígjøgnum súreplið. Flys súreplið, men lat skalið verða eftir í botninum (2/3 niður). Smelta kokusoljuna og lat hana kølna,

Mal mandlurnar við skalinum á til mjøl og blanda tað í tí køldu kokusoljuna saan við agavesiroppinum, kryddaríunum, rosinunum og sitrónskalinum.

Lat fylluna í súreplini so nogv sum tú fær pressa í hvørt. Set súreplini í eitt eldfast fat við eitt sindur av vatnið í botninum og ka tey við í ovninum á 160 gr í uml 1 tíma, elle til súreplini eru blivin moyr Koyr eitt sindur av rivnaðari sjokolátu omaná heitu súreplini, tá ið tey koma úr ovninum

Vælgagnist