Bakaðar rótfruktir

Vika 16

At brúka:
600 gr av rótfruktum
2 fet av hvíttleyki
1 leyk
2-3 stilkar av timian
eitt sindur av olivinolju

Soleiðis ger tú:
Flys rótfruktirnar og sker tær í 1/6 partar ella 1/8 partar, alt eftir støddini

Koyr rótfruktirnar í ein posa saman við groftskornum leyki, hvíttleyki og timian. Koyr eitt sindur av olivinolju í posan og krydda við salti og pipari. Vend øllum væl í posanum, soleiðis at oljan verður væl fordeild. Um tú hevur tíð til tess, er sera gott at lata tað liggja og marinerað í nakrar tímar, ella tl dagin eftir. Hetta er tó ikki neyðugt

Stoyt rótfruktirnar í eitt eldfast fat og baka í einum heitum ovni á 180 gr í uml 35-40 min, ella til tær eru moyrar og broysknar