Bláber ostakaka – munnbitar

Vika 38

At brúka:
100 gr av hvítari sjokoladu
125 gr av mascarponeosti
1 ½ dl av bláberum (kann eisini verða tiðnaði ber)
4 ingifersmákakur

Soleiðis ger tú:
Tað er ikki líka lætt at arbeiða við hvítari sjokolátu, sum myrkari. Fær hon ov nógv, verður hon grýnut.

Smelta sjokolátuna í mikroovni ella í vatnbaði, við veikum hita. Tak skálin av hitanum og læt kølna.

Rør síðani mascarponeostin í saman við tí smeltaðu sjokolátuni.

Vend síðani bláberini í. Stilla skálina í køliskápið í 30 minuttir, til tað er stívnað.

Knúsa síðani kakurnar heilt fínt. Koyr kakumolarnar í eina skál. Forma tað stívnaðu sjokolátamassuna til 12 kúlur við hondunum. Vend síðani kúlurnar í kakumolunum.

Lat kakurnar standa í køliskápinum, til tær skulu etast