Dampa spískál við royktum osti og radisum

Vika 46

At nýta
– Havsalt og frísktmalið svart pipar
– 1 bunti av purleyki
– 2 spsk av rapsolju
– 1 spískál
– 1 bunti av várleyki
– Skal og saft frá eini sitrón
– 1 pakka av radisum
– 100 gr av royktum osti

Soleiðis ger tú:
Sker kálið í helvt og sker í smalar bátar, sker leykin groft, og dampa grønmetið í 2 dl av vatni við salti, í 2-3 minuttir.

Lat vatnið renna væl av grønmetinum. Rør olju við skalinum og saftini frá sitrónini, og smakka til við salti og pipar. Sker radisurnar í bátar og hakka purleykin

Borðreið kálið og leykin á einum fati, stoyt dressingin omaná, skeiða roykta ostin á og stroy radisur og purleyk omaná

Vælgagnist