Frísk frukt við kaneldippi og ristaðum hassilnøtum

Vika 13

At brúka:

20 gr av hassilnøtum
2 ½ dl av kvark, jogurt ella A38
2 tsk av kaneli
1 tsk av sukri
1 súrepli
3 blommir
1 appilsin
100 gr av víndrúum

Soleiðis ger tú:
Koyr hassilnøturnar á eina turra pannu og rista tær við veikum hita, til tær eru gyltar.
Lat tær kølna, og hakka tær síðani groft
Blanda síðani kanel og sukur saman við jogurtinum
Sker fruktirnar í terningar og blanda tær saman við jogurtblandinum
Stroy tær hakkaðu hassilnøturnar omaná, tá ið borðreitt verður