Fruktsalat við myntu-vaniljusiroppi

Vika 38

At brúka:

1 galiamelón
2 súrepli
1 appilsin
4 abrikosir
1 bunti av myntu
Myntu-vanilusiroppur
1 dl vatn
½ dl sukur
½ vaniljustong skorin sundur
2-3 kvistar av myntu

Soleiðis ger tú:

Byrja við siroppinum.  Koyr vatn, vanilju og sukur í eina grýtu við eitt sindur av frískari myntu og kóka til sukrið er upployst, og tjúkkleikin er lætt siropssligur. Síla, lat kølna og smakka siroppin til við limesaft.

Sker melónfruktina í minni stykki og blanda hana saman við tí avkølda siroppinum, Lat salatina standa og trekkja í uml 2 tímar. Pynta við eitt sindur av myntubløðum