Høsnasalat við súrepli

Vika 29

At brúka:
300 gr av kókaðum høsnarunga
3 stilkar av blaðselleri
1-2 súrepli
1 hond av spinati
Dressingur
1 spsk av ljósum balsamico
1 spsk av olivinolju
salt og pipar
Karse

Tilhoyri:
4 rugbreyðsbollar

Soleiðis ger tú:
Sker ella rív høsnakjøtið í minni stykki og blandað tað saman við restini av tilfarinum.

Rør dressingin saman og smakka til, áðrenn hann verður blandaður saman við salatini. Stroy karsi á salatina, og borðreið við rugbreyðsbollum