Karamelliserað bananasplit

Vika 29

Luksus útgávan av 80´ara banasplit

4 persónar

At brúka:
Kokusmorl
30 gr hveitimjøl
20 gr havragrýn
25 gr kokusmjøl
30 gr sukur
40 gr smør

4 bananir
75 gr ljóst rørsukur
100 gr myrk sjokolada
500 ml av vaniljuísi

Soleiðis ger tú:
Hita ovnin á 175 gr. Blandað hveitimjøl, havragrýn, kokusmjøl og sukur í eina skál. Morla smørið í blandingina, og rør til moladeiggj.

Deil deiggið á eina bakiplátu við bakipappírið, og baka í uml 15 minuttir til deiggið er brúnkað eitt sindur.

Sker bananirnar eftir langsíðuni. Stroy sukur á bananirnar og karamelliserað við einum brennara ella í ovninum undir grillini, til sukrið er smeltað.

Hakka sjokolátuna og smelta hana í vatnbað

Stroy kokusmorlið og eitt sindur av smeltaðu sjokolátuni á bananirnar. Borðreið við vaniljuísi