Karry høsnasuppa við kokusmjólk

Vika 46

At brúka:
4 dl av vatni
1 høsna-supputerning
500 gr av høsnarungastrimlum
1 ds av kokusmjólk
1 Piparfrukt
1 purra
1 leyk
1 punt av hvíttleyki
½ tsk av kili pulvuri
2 tsk av karri
salt og pipar
Gott breyð

Soleiðis ger tú:
Sker alt grønmeti í minni stykki. Koyr vatnið í eina grýtu saman við høsna-supputerninginum. Koyr høsnarungastrimlarnar í grýtuna, og lat teir kóka í 10 minuttir. Koyr kokusmjólkina í grýtuna, og lat kóka víðari í nakrar minuttir.

Koyr síðani grønmetið í, og lat kóka víðari í uml 5-7 minuttir. Enda við at koyra kryddaríini í, og lat kóka víðari í 10-15 minuttir. Smakka suppuna til.

Borðreið suppuna við einum góðum breyði.