Limemarineraður høsnarungi við árstíðarinnar grønmeti

Vika 16

– 1 feskur høsnarungi

Kryddlaki:
– 2 spsk olja
– ½ tesk sojasós ella tamari
– 2 spsk honning
– saft frá eini lime
– salt og pipar
– 2 purrir
– 1 gula piparfrukt
– 1 reyða piparfrukt
– 150 gr skalottuleyk
– 2 lime skornar í hálvar
– 2 sitrónir skortnar í hálvar

Soleiðis ger tú:
Sker høsnarungan í helvt, turka kann við køkspappírið og smyr hann við samanpískaðu marinaduni. Legg høsnarungan í eitt steikifat, sker grønmetið og sitrusfruktirnar í minni petti, legg tað í steikifatið saman við høsnarunganum og smyr við restini av marinaduni.

Steik høsnarungan á 225 gr í uml 45-50 minuttir til hann er stoktur

Stroy við frískum koriandum og borðreið