Mangosorbet

Vika 46

At brúka:
1 dl vatn
50 gr sukur
2 spsk av siroppi
1 stór búgvin mango
½ sitrónsaft

Soleiðis ger tú:
Koyr vatn, sirop og sukur í eina grýtu og kóka í uml 2 minuttir. Sker mangokjøtið í minni petti og koyr tað í ein blendara saman við sukurlakanum og sitrónsaftini. Blenda til eina fína pure. Koyr pureina í eina ísmaskinu ella fryst tað í einum ílæti við loki.