Ovnbakað flak við frískum tomatum

Vika 13

At brúka:
500 gr av flaki
3-4 spsk av olivinolju
Salt og pipar
4 tomatir
1 punt av hvíttleyki
saft frá 1 appilsin
1 hond av frískum basilikum

Soleiðis gert tú:
Hita ovnin á 180°. Koyr flakið í eitt fat og pensla við eitt sindur av olju og krydda við salti og pipari. Baka mitt í ovninum í 15-20 min.

Sker ein lítlan kross í tomatina, og koyr hana í kókandi vatn í 5 sekund. Køl tomatina beinanvegin, tá ið tú tekur hana úr tí kalda vatninum. Tak skinnið av og sker tomatina í bátar. Hakka hvíttleykin fínt, og koyr hvíttleykin og tomatirnar á pannuna saman við eitt sindur av olju, og lat smákóka í 4 minuttir. Koyr síðani saftina frá appilsinini saman við grofthakkaðum basilikum á pannuna, og lat kóka víðari í 3 minuttir.

Smakka sósina til við salti. Stoyt helvtina av sósini omaná fiskin. Borðreið restina av sósini saman við matinum.

Tilhoyr: Frískt pasta og ein góð salat.

Vælgagnist!