Rækjubland við mango

Vika 29

At nýta
– 1 iceberg ella 2 hjartasalat
– 1 búgvin mango
– 1 bunti av kervil
– 100 gr av pilkaðum rækjum
– 1 várleyk
– 2 spsk 1000 island dressing
– Kaviar

Soleiðis ger tú:
Deil hjartasalatina í bátar og blanda hana við dressinginum og skornu mangofruktini. Vend salatini við rækjum, fíntskorna leykinum og kervilinum. Smakka til við pipar, havsalt og sitrónsaftini.

Pynta við kaviari og borðreið við ristaðum breyði

Vælgagnist