Sharon fruktin

Vika 16

Sharon er ein kjarnuleys og appilsingul frukt, ið er álík eini stórari tomat.

Skalið er etandi, og skorin í helvt avdúkar fruktin eitt lítið stjørnumynstur í miðjuni.
Fruktin er rík av c-vitaminum og karotin, ið verður umskapað til A-vitamin í kroppinum. Harumframt hevur fruktin kalium í sær.

Viðv. orku kann Sharon sammetast við eina banan, og er eisini ein sera søt frukt, við einum farra av abrikosusmakki og vanilju.
Fruktin kann etast hóast hon enn er hørð, men hon smakkar best, tá hon er heilt appilsingul og skalið er klárt.

Sharon kann etast sum hon er, brúkast í dessert, sum sorbet, í súltutoyi ella um tilhoyr til jogurt ella eitt ostafat.
Fruktin kann goymast í kuldaskápi í tvær til fýra vikur, men smakkar best, tá hon ikki er køld.