Spískálsalat við blomkál, eplum, kapers og parmesan

Vika 13

At brúka:
½ spískál skorið í tunnar strimlar
1 lítið blomkál, brotið í smáar bukettir
200 gr av køldum eplum, skorin í petti
1 lítið glas av kapers
uml 50 gr av frísktrivnum osti

Oljublanding
1 tsk av dijonsinnopi
1spsk av hvíttvínsediki
uml 1 dl av smakkileysari olju td rapsolju
salt og pipar

Soleiðis ger tú:
Píska sinnop og edik saman. Píska síðani oljuni í, sera umráðandi, at tú bert koyrur eitt lítið sindur í í senn. Smakka til við salti og pipari

Spískál, blomkál og eplir verða gjørd klár í passaliga stødd, stoyt vatnið av kapersinum og rív ostin. Blandað síðani spískál, blomkál, og helvtina av kapersinum og parmesanostinum og alla oljublandingina í eitt fat.

Tá ið tú borðreiðir salatina, stroy so restina av kapersinum og ostinum omaná salatina.

Prei:
Stroy frískthakkaða persillu ella aðrar frískar kryddarurtir omaná salatina