Súrepla muffur við kaneli

Vika 16

At brúka:

3 tsk av bakipulvur
400 gr sukur
240 gr av bleytum smøri
4 tsk av vaniljusukri
4 egg
2 dl mjólk
350 gr av mjøli
3 súrepli
3 tsk av kaneli

Soleiðis ger tú:
Píska sukur, vaniljusukur og smør saman til eina luftiga massu. Koyr síðani eggini í og píska væl. Rør síðani mjøl, bakipulvur og mjólkina í.

Sker súreplini í tunnar skivar og vend teimum í kanelinum.

Fyll uml 2/3 av muffinsformunum, koyr nakrar skivar av súreplum í, og koyr so aftur eitt sindur av deiggið omaná súreplini.

Baka muffurnar í uml 20 minuttir á 180 gr