Súreplagreytur

Vika 16

At brúka:
10 súrepli
½ ltr av vatni
1 spsk av sukri
1 vaniljustong

Soleiðis ger tú:
Flys súreplini, tak kjarnurnar úr og sker súreplini í bátar.

Koyr súreplini í eina grýtu og koyr vatnið í. Um tú ynskir greytin tynnri, koyrir tú eitt sindur meiri av vatnið í.

Sker vaniljustongina í helvt, skava kornini úr, og blanda tey við eitt sindur av sukrinum. Koyr síðani alt sukrið og vaniljuna í grýtuna, eisini tí tómu vaniljustongina. Fá grýtuna upp at kóka. Skrúða niður fyri hitanum, og lat smákóka til súreplini eru kókaði til greyt.

Borðreið súreplagreytin heitan ella kaldan, saman við mjólk, róma ella kanska eitt sindur av einum góðum vaniljuísi