Tranuberjakompottur

Vika 13

At brúka

175 gr av tranuberum
1 dl av vatni
1 dl av sukri
2-3 súrepli
1 ½ dl av vatni
1 dl av sukri
saft frá ½ sitrón
1 vaniljustong

Soleiðis ger tú:


Kóka vatn og sukur saman og koyr tranuberini í. Koyr lokið á, og lat kóka til tú hoyrir tað byrjar at bresta í grýtuni. Tak grýtuna av plátuni og lat kølna.

Kóka vatn, sukur, sitrónsaft og vaniljustong saman. Flys súreplini og sker tey í lítlar fýrakantar, og kóka til súrepluni eru við at vera moyr. Lat kølna í lakanum. Blanda síðani súreplini og tranuberini saman, beint áðrenn tú borðreiðir kompottin