Wok við rótfruktum, mango og laksi

Vika 13

Til 4 persónar
– 700 gr av blandaðum rótfruktum
– 500 gr av laksaflaki
– saft frá tveimum lime
– 1 mango
– 1 spískál
– 1 leyk
– 2 spsk sesamolju
– 2 spsk sesamfræ
– 2 fet av hvítleyki

Soleiðis gert tú:
Flys og sker rótfruktirnar í minni stykkir.
Hakka leykin og hvítleykin fínt.
Sker laksin í portiónsstykkir.
Sker spískálið fínt, flys mangoina, og sker kjøtið í minni petti.
Steik rótfruktirnar í eitt sindur av sesamolju í eini heitari wok í 2 minuttir.
Lat síðani leyk og hvítleyk í og steik víðari í 2 minuttir.
Stoyt síðani saftina frá limefruktunum í  og legg laksastykkini omaná rótfruktirnar.
Dempa hitan. Lat laksin steikja við í 4-5 minuttir, til hann er klárur.
Vend síðani spískálinum og mangoini í rættin.
Stroy við sesamfræ.
Hita alt skjótt og borðreið beinanvegin, meðan spískálið er broskið.