HAVFISKING VIÐ TRÁÐU FYRI EIN
Farið verður at fiska við “Blásteini” í juli ella august.
Lagt verður frá landi í Vestmanna og fiskað verður í tí vøkru náttúruni saman við royndum útróðrarmonnum í tríggjar-fýra tímar. Reiðskapur er umborð.
Bílegg tíð á GreenGate Incoming, tlf. 350520 og upplýs “Dreymagáva”.
Dreymagávan er galdandi í 1 ár, sum verður roknað frá tí degi, Dreymagávan er keypt.