Arabisk gularótasalat

Vika 13

At nýta
8 flustar gularøtur
100 gr mandlur
100 gr rosinir
1 lime
1 punt av hvíttleyki
½ dl av rapsolju
1 tsk av akasiuhunangi ella eitt sindur av agavisiroppi
Salt og pipar
Møguliga persillu til pynt

Soleiðis ger tú:
Sker gularøturnar í tunnar strimlar við einum eplaflysara uppá longs. Hakka mandlurnar groft og koyrt tær á eina heita turra pannu til tær eru gyltar. Ger síðani eina marinadu við olju, limesaft, hunangi og hvittleyki, og smakka til við salti og pipari.

Blanda salatina saman beint áðrenn hon skal borðreiðast, ella fellur hon eitt sindur saman.

Tá tú skal borðreiða salatina koyrur tú gularøturnar í eina skál, og vendir oljuni saman við. Stroy mandlur og rosinur omaná gularøturnar og koyr eitt sindur av hakkaðari persillu omaná