Karrysuppa – uttan gluten, sukur og mjólk

Vika 12

Til 4 persónar

Gott at hava við til arbeiðis í eini termokannu ella til eyka fyllu til døgurða

1 leyk í smáum bitum
1 gularót í skivum
2 hvítleyksbitar
1 rivið súrepli
1 spsk av karry
2 spsk av olju
8 dl av høsnabuljong
1 purra
1 dós av kokusmjólk ( IKKI light)

Fylla: 2 høsnarungabringur, 2 fiskafløk ella 200 g av rækjum

Svitsa karry saman við súrepli og grønmeti, men goym purruna til seinast. Lat buljong í og kóka eina løtu. Koyr fylluna og purruna í og seinast kokusmjólk.

Kann eisini brúkast til døgurða. Ger ein javning av maisena mjøli og koyr eyka fyllu í. Hav quinoa og salat afturvið.