Kokosnøtin er góð at eiga inni, um tú ætlar tær ein heldur eksotiskan rætt.
Kokos hóskar sera væl omaná ein kryddaða rætt, sterka suppu og eisini er kokos leskiligt í einum smoothie, dessertum og køkum.
Kjøtið í kokosnøtini kann m.a. rívast í rívujarni ella skerast í tunnar álir
Soleiðis opnar tú eina kokosnøt
Brúka eitt skrúvublað ella annað at fáa hol í, so mjólkin sleppur úr. Brúka t.d. mjólkina í vokk e.ø.
Legg nú kokosnøtina í vinstru hond og finn ein stóran og tungan knív.
Við bakinum á knívinum skalt tú sláa eftir somu linju runt um kokosnøtina, til hon at enda gevur eftir og opnar.
Sker ella skava tað fína og hvíta fruktkjøtið úr og brúka í tíni matgerð.