Lasanjuplátir við bakaðum tomatum

Vika 16

At nýta
– 500 gr av tomatum
– 75 gr av pancetta í tunnum skivum
– 375 gr av frískum lasanjuplátum
– 1 spsk av olivinolju
– 1 spsk av balsamico
– 125 gr av ricotta
– salt og pipar
– oregano ella basilikum

Soleiðis ger tú:
Hita ovnin á 225 gr. Legg tomatir og pancetta á eina bakiplátu við bakipappíri, og baka í ovninum í uml 8-10 minuttir, til pancettain er broysskin, og saftin byrjar at renna úr tomatunum. Sker lasanjupláturnar í grov stykki, og kóka tær til tær eru bleytar. Lat vatnið dryppa væl av, og vend lasanjuplátunum í oljuni og balsamico. Borðreið lasanjupláturnar saman við tomatunum, pancetta og oregano ella basilikum.

Smakkar væl, at hava breyð aftur við