Ovnbakað flak við frískum tomatum

Vika 13

At brúka

500 gr av flaki
3-4 spsk av olivinolju
salt og pipar
4 tomatir
1 punt av hvíttleyki
saft frá 1 appilsin
1 hond av frískum basilikum

Tilhoyr
Frískt pasta og eina góða salat

Soleiðis ger tú:
Hita ovnin á 180 gr
Koyr flakið í eitt fat og pensla við eitt sindur av olju og krydda við salti og pipari
Baka mitt í ovninum í 15-20 min

Sker ein lítlan kross í tomatina, og koyr hana í kókandi vatn í 5 sekund. Køl tomatina beinanvegin, tá ið tú tekur hana úr tí kalda vatninum. Tak skinnið av og sker tomatina í bátar

Hakka hvíttleykin fínt, og koyr hvíttleykin og tomatirnar á pannuna saman við eitt sindur av olju, og lat smákóka í 4 minuttir. Koyr síðani saftina frá appilsinini saman við grofthakkaðum basilikum á pannuna, og lat kóka víðari í 3 minuttir

Smakka sósina til við salti. Stoyt helvtina av sósini omaná fiskin. Borðreið restina av sósini saman við matinum

Vælgagnist