Pomelosalat við rucola og avocado

Vika 13

At brúka:
1 Pomelo
200 gr rukkola
1 avokado
25 gr ósaltaðar cashewnøtur
olivinolja
saft frá ½ sitrón
flykrusalt og frísktmalið pipar

Soleiðis ger tú:
Sker tað tjúkka skalið av pomelofruktini. Reinsa kjøtið frá teimum hvítu hindunum, og brót tey í minni stykki. Skola og turka rucola. Sker avocadoina í helvt og tak steinin úr. Sker síðani avocadoina í skivar. Blanda síðani alla salatinia varliga saman, og stroy cashewnøturnar í. Dryppa olivinolju og saftina frá sitrónini omaná salatina. Smakka til við salti og pipari