Wok við rótfruktum, mango og laksi

Vika 13

Til 4 persónar

At brúka:
700 gr av blandaðum rótfruktum
500 gr av laksaflaki
saft frá tveimum lime
1 mango
1 spískál
1 leyk
2 spsk sesamolju
2 spsk sesamfræ
2 fet av hvítleyki

Soleiðis gert tú:
Flys og sker rótfruktirnar í minni stykkir. Hakka leykin og hvítleykin fínt. Sker laksin í portiónsstykkir. Sker spískálið fínt, flys mangoina, og sker kjøtið í minni petti. Steik rótfruktirnar í eitt sindur av sesamolju í eini heitari wok í 2 minuttir. Lat síðani leyk og hvítleyk í og steik víðari í 2 minuttir. Stoyt síðani saftina frá limefruktunum í og legg laksastykkini omaná rótfruktirnar. Dempa hitan. Lat laksin steikja við í 4-5 minuttir, til hann er klárur. Vend síðani spískálinum og mangoini í rættin. Stroy við sesamfræ. Hita alt skjótt og borðreið beinanvegin, meðan spískálið er broskið.