Súrepladreymur

Vika 46

At brúka:

4 miðalstór súrepli
Honning
Kanel
Sesamfræ
Græskar og hassilnøtur
Jogurt

Soleiðis ger tú:
Tak kjarnurnar úr súreplunum og set tey á eina plátu við bakipappíri

Rør 4 spsk av honningi saman við 1-2 tesk av kaneli, 2 spsk av blandaðum heslinøtum, sesamfræi og græskarkjarnum, og deil tað í miðjuna í súreplunum, og baka síðani í ovninum á 200 gr, til tey eru moyr, í uml 15-20 minuttir. Tað kann verða ymiskt hvussu leingi tey skulu hava, alt eftir hvat slag av súreplum tað er.

Borðreið súreplini heit, við 4 spsk av køldum jogurti.

Tað smakkar eisini væl at borðreiða við ísi ella róma.

Vælgagnist