-
Leypur við 9-10 sløgum av góðum, frískum fruktum og grønmeti. Tað er alt frá súreplum, bananum og perum til eplir, tomatir og gularøtur.
-
Stórur grønur fruktkassi við 9-10 sløgum av frískari, góðari frukt. Alt frá bananum, súreplum og appilsinum til víndrúvur, kivi og perur. Hóskar væl til stovnar og fyritøkur.
-
Leypur við 9-10 sløgum av frískari, góðari frukt. Alt frá súreplum, bananum og víndrúvum til klementinir, passiónsfrukt og ananas.
-
Leypur við 9-10 sløgum av góðum, frískum vistfrøðiligum fruktum og grønmeti. Alt frá súreplum, bananum og kivi til leyk, gularøtur og eplir.
-
Leypur við 5-6 sløgum av góðari frískari frukt. Alt frá bananum og súreplum til víndrúvir og mango.
-
Blandaður leypur við fruktum og grønmeti, eitt nú við agurkum, piparfruktum, cherry tomatum og gularøtum, umframt bananum, súreplum, appilsinum, kivi og perum.
-
Lítil grønur fruktkassi við 8-9 sløgum av góðari, frískari frukt. Alt frá bananum, súreplum og perum til víndrúvur, appilsinir og ananas. Fruktkassin hóskar væl til stovnar og fyritøkur.
Frískt til dyrnar hvønn týsdag
Leypurin er skipan, har tú eina ferð um vikuna fært upp í ein leyp av frukt og grønmeti koyrdan til dyrnar.
Vøran kemur til landið mánadag. Vit pakka leyparnar týsmorgun og seinnapartin verða teir koyrdir til tínar dyr.
Kostnaður frá kr. 100 til kr. 390 fyri Leypin.
Útkoyring kr. 70.
Depositum fyri Leypin er 150 kr. (Er bert galdandi fyrstu ferð, tú meldar teg til skipanina, tvs. at upphæddin verður bert trekt einaferð. Depositum verður afturgoldið, tá tú hevur steðgað skipanini og latið okkum Leypin aftur.)
Skipanin er galdandi fyri alt Føroyar.
Frukt og grønt til fyritøkuna?
Fá frískar vørur til tíni starvsfólk koyrt til dyrnar eftir serligari avtalu.
Vit senda rokning, sum verður rinda við bankaflyting.
Skriva til umsiting@leypurin.fo

Bílegg ella broyt leypin
– skjótt og lætt
Vit vita, at lívið stendur ikki í stað og tørvurin skjótt kann broytast.
Tí hava vit gjørt tað lætt at broyta tína bílegging beinleiðis frá heimasíðuni uttan hóvasták.
- Set Leypin á pausu – skal tú til dømis út at ferðast
RITA INN HER
Rita inn og dagfør – so orðna vit rest!