Blomkálssuppa

Vika 12

At brúka:
1 blomkálshøvd
25 gr av smøri
1 l høsnaboullion
1 knúst laurberjablað
1 dl av róma 9%
salt og frísktmalið pipar
1 spsk av sitrónsaft
½ tsk av rivnari muskatnøt

Soleiðis ger tú:
Sker blomkálið í smáar bukettir, og steik bukettirnar í smørinum meðan tú rørir í, í uml 3-4 minuttir uttan at blomkálið tekur lit. Koyr boulliongið í grýtuna, koyr knústa laurberjablaðið og róman í, og kóka við lágum hita við lokinum á, í 15-20 minuttir. Blenda blomkálssuppuna, og stoyt hana aftur í grýtuna. Hita suppuna væl, og smakka til við salti og pipari.

Borðreið suppuna við einum góðum breyði