Epla/purrusuppa við fleski, purleyki og grovum breyði

Vika 44

At nýta
– 2 purrur
– 8 miðalstór eplir
– 3 gr av piparkornum
– 2 laurberjabløð
– 50 gr av smøri
– 1,2 l av høsnabouillion
– 2 dl av mjólk ella róma
– Eina hond av purleyki
– 200 gr av fleskaterningum

Soleiðis ger tú
Flys eplini og vaska purrurnar væl. Sker eplini í grovar terningar og purrurnar í ringar.
Smelta smørið í eini tjúkkbotnaðari grýtu og koyr purrurnar í. Lat tað smákóka í uml 1-2 minuttir til tær eru blankar. Tær skulu ikki taka lit. Koyr síðani eplini og høsnabouillion í. Legg lokið á og fá suppuna upp á kók. Koyr laurberjabløðini og piparkorn í ein lítlan gasuposa, bind knút á og kóka tað saman við suppuni. Um tú ikki hevur ein gasuposa, kanst tú brúka eitt the ella kaffifiltur.

Steik fleski á eini turrari pannu, til tað er broyskið. Lat feittið dryppa av fleskinum og legg tað síðani á eitt stykkið av køksrullu eina løtu.

Hakka purleykin fínt.
Tá ið eplini og purrurnar hava kóka í uml 25 minuttir, tekur tú gasuposan úr og blendar suppuna væl.
Koyr nú mjólkina ella róman í suppuna, og lat suppuna koma uppá kók. Smakka til vit salti og pipari.
Borðreið við grovum breyði